Steðgið P-húsinum í Miðbýnum

Viðmerkingar

#13

Eg skrivi undir, og orsøkin er einføld. Verkætlanin við einum yvirvaksnum p-húsi í einum trongum býarparti fer ikki at skapa trivna, fer ikki at prýða býin, sum er okkara høvuðsstaður. Tað verður nógv ferðsla, sum fer at leggja stórt trýst á býin. Verkætlanin er ikki hugsað ígjøgnum, og tekur ikki hædd fyri søgu, samanhang og samleika.

Erland Viberg Joensen (Tórshavn, 2022-09-01)

#20

Vit skuldu roynt at fingið minni bilferðslu í miðbýnum, heldur enn meira, sum kemur við at leggja eitt alt ov stórt parkeringshús í hjartanum í Havnini. Parkeringsloysnir eru neyðugar, men ikki har og ikki til so stóran ampa fyri grannar og fólk í býnum yvirhøvur

Annika Sølvará (Tórshavn, 2022-09-01)

#21

.

Magnus Poulsen (Tórshavn, 2022-09-01)

#33

Samdur, at kommunan eigur at leggja eina heildarætlan fram, gera tað í samráði við borgarar og røkja ein hugnaligan miðbý. Tað eigur ikki at bera brá av ætlan eins ríkmans, sum í skundi skal fáa sín vilja. Tað eigur at vera góð heild og breið semja um miðbýin.

Ingmar Berg Mikkelsen (Tórshavn, 2022-09-01)

#39

Eg skrivi undir av fleiri ársøkum.
1. Har er ikki pláss fyri so nógvari ferðslu í Kongagøtu.
2. Eri sannførd um, at eitt P-hús mitt í býnum bara førir til enn meira ferðslu í miðbýnum og har eru longu alt ov nógvir bilar.
3. Eg haldi at P-hús skal gerast longur frá miðbýnum og almennur flutningur prioriteraat.

Rakel Helmsdal (Tórshavn, 2022-09-02)

#47

Tað verður ov nógv ferðsla, sum fer at leggja stórt trýst á býin. Verkætlanin er ikki nóg væl hugsað ígjøgnum.

Róði Hansen (Tórshavn, 2022-09-02)

#53

Spillir grannalag og miðbý.

Jörgin við Úlvsá (Tórshavn, 2022-09-02)

#69

Meti ikki at hatta er rætta staðsetan av einum p-húsi.

Torkil á Steig (188 Hoyvík, 2022-09-02)

#79

Bilhúsið er alt ov stórur bygningur har hann er staðsettur og oyðileggur ein hugnaligan býling i miðbýnum.

Guðrið Poulsen Á Torvlaðnum (Tórshavn, 2022-09-02)

#95

Skal nakað parkeringshús gerast, so skal kommunan sjálv eiga tað - sjálvsagt. Og plaseringin í hesum føri er út av lagi vánalig í mun til ferðslutrýstið í økinum.

Lasse Weihe (Tórshavn, 2022-09-02)

#114

Er alt ov stórt til ökið...

Døgg Patursson (Tórshavn, 2022-09-02)

#115

Reykjavík has destroyed its city when it built high-rise apartment buildings all over the city - monstrosities blocking the view of the ocean and mountains, the beautiful nature of Iceland. I was always proud to have said that there are bylaws in the Faroes like in Copenhagen, where u can not build over a certain height maintaining a beautiful skyline and view of the city. Also, being born in Montreal, Canada where they once made the same mistake, new bylaws were made to protect the city's planning, protect old heritage buildings, where new buildings had to assimilate the architectural design of the old buildings and houses. The result was a success in maintaining the history, culture, and architecture of Montreal's buildings and homes. Tórshavn is a pretty city, please keep it that way. Do not destroy the charm and beauty of beautiful Tórshavn like they did in Reykjavík.

Anna Iachino (Sandur, 2022-09-02)

#119

Hetta er alt ov ógvisligt at byggja har.

Elisabeth Sólsker (Tórshavn, 2022-09-02)

#123

Eri ímóti parkeringshúsinum í miðbýnum

Daisy Sloan (Tórshavn, 2022-09-02)

#125

Skeivt pláss at seta eitt P-hús - ferðslan í miðbýnum er nóg stór sum hon er, og er ofta vandamikil.

Ingun Olsen (Torshavn, 2022-09-02)

#131

Nú er nóg mikið av bilum í býnum. Royni aðrar loysnir enn at oyð erileggja tað sinduri ið er eftir av hugnaliga partinum av Havnini

Vígdis Frýdal (Hósvík, 2022-09-02)

#132

Tórshavnar Kommuna, hvat billa tit tykkum inn, at oyðileggja hendan gamla býarpartin í Havn! Skammi tykkum!

Guðrun Árting Rubeksen (Havn, 2022-09-02)

#133

The old center of Torshavn must not be destroyed. Times have changed we are learning that cars are not the most important in our lives. The Green live is now what we need to respect which among other things means respect for clean peaceful places in the city. So make parking outside centers and use free el buses in the old centers of the city

Elinborg Hvidtfeldt (København, 2022-09-02)

#144

Mótmæli ætlanini at loyva bygning av p-húsið og íbúarhúsi við Bøkjarabrekku

Kjartan Egholm (Tórshavn, 2022-09-02)

#165

Parkeringshús hóskar seg ikki har. Heldur íbúðir, um okkurt skal byggjast

Ása Hammershaimb Christiansen (Tórshavn, 2022-09-02)

#166

Tað verður ein skandala fyri grannalagið.

Edith Johannesen (Tórshavn, 2022-09-03)

#175

Forkert placering og håndtering af hele projektet.

Elin Jensen (Tórshavn, 2022-09-03)

#186

Tað er skeivt at byggja hægri enn núverandi byggisamtykt loyvir á hasum matriklunum.

Høgni Rasmussen (Tórshavn, 2022-09-03)

#190

Tí tað hóskar ikki í miðbýnum, ov nógv bilaferðsla og tí tað fer ov illa við umhvørvinum í miðbýnum

Bergliot Ihlen (Tórshavn, 2022-09-03)

#191

Eri ímóti at stórkapitalur skal køva miðbýin i havn.

Torbjørn Michelsen (Torshavn, 2022-09-03)



Gjaldsreklama

Vit fara at lýsa við hesi undirskriftainnsavning fyri 3000 fólk.

Les meira...