Nei takk ! Føroyar skal IKKI vera testøki fyri mikrobylgjur !
Seta teg í samband við høvundin av áheitanini
Handan av mótmæli og undirskriftum fríggjamorgun kl. 10.00 (22-07-2016)
2016-07-21 22:48:08Góðu undirskrivarar!
Túsund takk fyri allar tykkara undirskriftir og fyri góðu undirtøkuna!
Vit hava avtalað, at avlevera mótmælið til landsstýsismannin í Vinnumálum kl. 10 nú fríggjamorgunin. Tað verður við gomlu hølini hjá Trygd (gamli Sjóvinnubankin) - yvirav Cafe Natúr á Kongabrúnni, har landsstýrismaðurin í Vinnumálum heldur til.
Tit eru sjálvandi vælkomin at møta upp saman við okkum í Erbylgjufelagnum. Tað hevði verið gott at sæð nøkur av tykkum har. Vit møta uttanfyri gomlu hølini hjá Trygd nakað áðrenn kl. 10.
Enn eina ferð – takk fyri allar tær nógvu undirskriftirnar!
Vegna nevndina í Erbylgjufelagnum,
Janus Guttesen, form.
Erbylgjufelagið