Minka um próvtøkuroyndir - summar 2021
Komandi summar skulu danir bert upp í 3 próvtøkum. Orsaka av hesum, eru vit fleiri sum halda, at hetta skapar ein fyrimun hjá teimum, fram um okkum her heima í Føroyum. Hetta kemst av at hagtøl vísa, at næmingar vanliga fáa betur karakter í ársmetinum enn teir gera í eini próvtøku. Hetta hevur við sær, at vit í Føroyum, væntandi fara at hava eitt lægri miðal enn danir, og tí verður torførari hjá okkum at sleppa inn á víðari lesna niðri. Tað sigur seg sjálvt, at skúlar taka tey, sum hava hægst miðal karakter, hóast man hevur karakterir innan markið. Afturat hesum hava vit tann vansan samanborið við tey í fjør (ið einans skuldu upp í tveimum próvtøkum), at vit í veruleikanum hava mist meira undirvísing enn tey hava, grunda á fjarundirvísing. Hetta spælir eisini inn hjá okkum nú, tí fjarundirvísingin var ikki besta lærutíðin hjá fleiri, og tí mangla vit enn eitt sindur av vitan frá 2.g.
Tað er eisini so, at tað eru fleiri, ið hava verið í sóttarhald hetta hálvárið, og tí hava verið longri í fjarundirvísing.
Vit halda tí at tað er rættvíst at vit í Føroyum, eins og í Danmark, bert skulu upp í trimum royndum.
Um tú er samd/ur í hesum, skrivað fegin undir, og fortel øðrum um hetta, so vit kunnu fáa hetta so víða sum møguligt.
Rebekka L. Olsen Contact the author of the petition