Strika eftirlønina til løgtings- og landsstýrisfólk
Hví skulu løgtings- og landsstýrislimir hava risa stóra eftirløn og sleppa undan at gjalda til sína egnu eftirløn?
Tey kunnu tað sama gjalda 15% av lønini til sína egnu eftirløn, júst sum øll onnur skula. Teirra pensiónsaldur eigur ikki at vera øðrvísi enn hjá øllum øðrum borgarum.
Skriva undir, so vit (fólkaræðið) fáa ávirkan.
Tá vit hava fingið yvir 1.000 undirskriftir, verða tær sendar til Føroya Løgting.
Fráboðan frá stjórnaranum av hesi heimasíðuVit hava afturlatið hesa skrivliga áheitan og hava strikað persónsupplýsingar hjá undirritarum.Evropeiska Samveldisins almennu dátuverndarreglugerð (GDPR) krevur haldgóðan grund til goymslu av persónsupplýsingum, og at upplýsingarnar verða goymdar í styðsta tíðarskeiðið møguligt. |