Varandi vápnahvíld nú!
Eg ynski ikki at vera tigandi áskoðari til eitt fólkadráp.
Eg kann ikki longur góðtaka, at Føroya fólkavaldu myndugleikar ikki úttala seg um vanlukkuligu støðuna í Gasa og gera sítt fyri at ávirka støðuna, har teir kunnu.
Eg vil staðiliga heita á landsins myndugleikar um í stundini at fordøma krígsbrotsverkini og blóðbaðið, sum Ísrael fremur í Gasa, líka sum samgongan fordømdi ræðuliga álopið á sivil fólk, sum Hamas framdi tann 7. oktober.
Somuleiðis vil eg heita á allar politiskar myndugleikar í Føroyum um at ávirka støðuna, har teir kunnu, t.d. í fólkatinginum og í øðrum uttanríkispolitiskum samanhangum.
Til síðst, men ikki minst, vil eg heita á Aksel V. Johannesen, Føroya løgmann, um alment at boða statsministara okkara, Mette Fredriksen, frá, at hennara núverandi støða í hesum málinum ikki umboðar ríkisfelagsskapin. Føroyar er eitt land, ið virðir mannarættindaserfrøðina í ST, og krevur, at restin av ríkisfelagskapinum ger tað sama.
Tøgn er viðvirkan!
Samhugi við Palestina Contact the author of the petition
The author of this petition has closed this petition. |