Nei takk ! Føroyar skal IKKI vera testøki fyri mikrobylgjur !
Vit mótmæla at Føroyar eru vorðnar testøki hjá kinesiskari telefyritøku !
Føroya Tele og Huawei hava gjørt samstarvsavtalu um, at Føroyar – saman við Hong Kong – skal verða testøki fyri nýggjastu tráðleysu tøknini hjá Huawei.
Vandin liggur í, at tøknin hjá kinesisku stórfyritøkuni byggir á mikrobylgjugeisling, sum IARC, stovnurin fyri krabbamein undir WHO í 2011 staðfesti er “møguliga krabbameinselvandi”. Fleiri av granskarunum í IARC siga nú, at mikrobylgjugeisling eigur at koma enn longur upp í vandakategori, sum ‘allarhelst krabbameinselvandi’.
Tí er tað óðamannaverk av Føroya Tele og partaeigaranum Føroya Landsstýri at lata Føroyar blíva eitt tað mest dálkaða landið í heiminum.
Aftrat hesum kemur, at Føroyar onki hámarksvirðið hava fyri mikrobylgjugeisling, og tí er omanfyri nevnda samstarvsavtala tað meira óforsvarlig.
Vit vilja hervið mæla Føroya Landsstýri beinaveg at ógilda avtaluna, sum Føroya Tele hevur gjørt við kinesisku telefyritøkuna Huawei um at brúka Føroyar sum testøki og føroyingar sum royndardjór fyri mobiltøkni, inntil Føroyar hava ásett sítt hámarksvirði fyri loyvdu mikrobylgjugeisling.
PS: Tá nóg nógvar undirskriftir eru komnar, verða undirskriftirnar handaðar Føroya Landsstýri.
Erbylgjufelagið Contact the author of the petition
The author of this petition has closed this petition.Fráboðan frá stjórnaranum av hesi heimasíðuVit hava tikið burtur persónsupplýsingar hjá undirskrivarunum.Evropeiska Samveldisins almennu dátuverndarreglugerð (GDPR) krevur haldgóðan grund til goymslu av persónsupplýsingum, og at upplýsingarnar verða goymdar í styðsta tíðarskeiðið møguligt. |