Steðgið P-húsinum í Miðbýnum

Í samband við at Tórshavnar Kommuna í hesum døgum vil at gera rættiliga umfatandi broytingar av byggisamtyktunum í miðbýnum, so fara tær at hava sera stóra ávirkan á okkara miðbý. Tað, sum er mest ræðandi við hesum er, at hesar stóru broytingar verða gjørdar uttan mál og mið. Áðrenn ein kommuna ferð í holt við so stórar broytingar má og skal kommunan gera eina heildarætlan fyri tey økir, sum broytingarnar umfata. Somuleiðis eigur kommunan at taka borgararnar við í hesum broytingum og skipa fyri borgarafundum, har borgarar hava møguleikan at siga sína meining. Kommunan skal somuleiðis gera  árinskanningar, sum lýsa væl og virðiliga, hvat fyri ávirkan ætlaðu broytingar koma at hava fyri býin. Vit skulu jú ikki hava ein miðbý sum líkist Karlamagnusarbreyt, har kommunan í skundi broytti byggisamtyktina og endaði við at brúka nógvar milliónir upp á at pjøssa upp á økið og afturkeypa stykkir sum skulu brúkast til parkering o.a.

Tann seinasta broytingin, sum liggur frammi til hoyringar, er broytingin av fýra matriklum við Bøkjarabrekku. Har er ætlanin at byggja eitt ovurhonds stórt parkeringshús við nøkrum marglætis íbúðum á toppinum. Hesir matriklar eru tilsamans 1.506 m² . Sum nú er kann eigarin byggja ein bygning sum í mesta lagi fyllir 60% av grundvíddunum. Tað er ein bygningur við 903,6 m² í grundvídd. Nettonýtslustigið, sum er galdandi fyri økið, er 130%. Hetta eru teir samlaðu hæddarferðmetrarnir sum kunnu byggjast á matrikkulin. Hetta svarar til at byggjast kunnu 1.957,8 m². Eigarin hevur loyvi at byggja upp til 4 hæddir ella 13 m til møn og ikki meira enn 11 m við útvegg. Velur byggiharrin at byggja í fleiri hæddum verða víddirnar hesar:  

  1 hædd   á   903,6 m²   í alt: 903,6

ella               

  2 hæddir   á   903,6 m²   íalt: 1.807,2 m²               

ella               

 3 hæddir   á   652,6 m²   í alt: 1.957,8 m²               

ella               

  4 hæddir   á   489,5 m²   íalt: 1.957,8 m²  

 

Við broytingaruppskotinum, sum kommunan leggur upp til skal samtykkjast, sleppur eigarin at byggja ein bygning sum fyllur 90 % av stykkinum, sum svarar til 1.355,4 m² og nettonýtslustigið verður broytt til 400 %, sum svarar til 6.024 m². Samstundis sum víddirnar verða hækkaðar sera nógv loyvir byggisamtyktin ein bygning sum verður samanlagt 17,8 m í hædd. Best er um eigarin heldur seg til galdandi samtykt, sum vit øll onnur eisini skulu halda okkum til.  

Av tí at hesar broytingar eru sera umfatandi, og staðsetingin av hesum nýggja parkeringshúsi er kroyst mitt niður eitt gamalt, hugnaligt og sera trongt sethúsaøki, har nógvar barnafamiljur hava sett búgv, vilja vit við hesum gera eina roynd at samla inn undirskriftir sum ein partur av okkara mótmæli móti hesi ætlaðu broyting. Vit meta ikki at kommunan skal ganga á odda fyri at oyðileggja okkara hugnaliga býarpart. Eitt sum er vist er, at um kommunan velur at fremja broytingina aftur, vendist ikki aftur. Tískil má hetta óskilið steðgast og kommunan má bretta upp ermar og finna eina haldbara loysn, sum ikki ger seg inn á tey hugnaligu grannaløgini sum eru í miðbýnum. Eitt hugskot kundi verið parkeringstunnilin, sum hevur verið á breddanum nakrar ferðir.  

Takk fyri stuðulin !  

Vinarliga   Felagið “Grannalív

Umboðandi Tinghúsvegin niðara part, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu.  

og tit øll, sum velja at skriva undir 😊.


Felagið "Grannalív"    Contact the author of the petition

Skrivað undir hesa áheitanina

Við at skriva undir góðtaki eg, at Felagið "Grannalív" fær at síggja allar upplýsingar, ið eg gevi á hesum oyðublaði.

Vit vísa ikki tín teldupostadressa alment á netinum.

Vit vísa ikki tín teldupostadressa alment á netinum.


Eg gev mítt samtykki til at viðgera upplýsingarnar, ið eg gevi í hesum skjali fyri hesi endamál:




Gjaldsreklama

We will advertise this petition to 3000 people.

Les meira...