Innsavnan av undirskriftum, til Landstýrið og Løgtingið um at fáa eina íbinding frá Suðuroyartunnlinum upp í Skúgvi

Undirskriftirnar, verða handaðar løgmanni, úti í Tinganesi, týsdagin (20.feb.) kl. 15.00. Vónandi koma fleiri við 🙂Enn ber til at skriva undir.

 

Til
Føroya løgmann,
landsstýrisfólkini, og løgtingsfólkini.

Fyrst ynskja vit tykkum eitt gott nýggjár.
Vit hava roynt at fylgja við, tá ið tosað verður um Suðuroyartunnilin.
Í tí almenna tosinum um tunnilin verður Skúvoyggin, at kalla, ikki nevnd.
Vit vita at ein teymur upp í Skúgvi er ikki við í verðandi verklagslóg fyri Suðuroyartunnilin.
Um vit skulu knýtast í restina av Føroyum, so mugu tit politikarar taka tykkum um reiggj og samtykkja ein tunnilsteym til okkum.
Teir, sum hava staðið fyri teimum seinastu tunnlunum, hava nú fingið, næstan, politiskt vald at gera, sum teir vilja. Av eini ella aðrari óskiljandi orsøk, vilja teir helst sleppa undan, at knýta Skúvoynna saman við restini av Føroyum.
vit vita, at um vit ikki sleppa upp í part her, so hevur okkara oyggj ikki langa tíð eftir, har fólk búgva.
Eisini vita vit, at onkur góð loysn liggur klár, so tað ber væl til, um viljin er til staðar.
Eitt annað er eisini, at tá ið vit hoyra so nógv um tunnlar, sum skulu gerast til ein stóran part av bygdunum á teimum størru oyggjunum, so er hendan tøgnin á tingið við okkara oyggj, ikki so lítið hugstoytandi.
Tað sum er felags fyri allar tær bygdirnar er, at tær hava vegasamband frammanundan.
Tá ið tað ikki er koyrandi til onkra av hesum bygdum orsaka av vindi, verður tað altíð sagt í kvf, so øll vita um støðuna, men allar teir dagar, har vit liggja við ongum sambandi, ofta í fleiri dagar, verður einki sagt um.
Eitt annað er, hjá okkum, at fáa vit ikki tunnilin í samband við Suðuroyartunnilin, so kemur hann ongantíð, onkrir av hinum smærru tunlunum kunnu, um neyðugt, útsetast nakað, men ikki okkara.
Tá ið tosað hevur verið um Sandoyartunnilin, hevur eisini verið tosað um sparingar í samband við skip og annað.
Hettar prátið er uppaftur meir, nú Suðuroyartunnilin er komin enn nærri einum verðuleika.
Her á staðnum verður eisini spart um tunnilin kemur higar.
Nú ein vegleiðandi prísur á skipum til útoyggjar er almannakunngjørdur. kunnu vit rokna við einum prísi á einum nýggjum skúvoyarskipið, sum kanska verður um 80 milliónir kr.
Atløgu-umstøðurnar her mugu eisini betrast munandi, so ein samlaður prísur verður helst einar 110 milliónir.
Haraftrat kunnu lønir til manning og avgreiðslufólk í Skúgvi leggjast aftrat prísinum.
Hettar við prísum og sparingum, hava tit fólk, sum kunnu nágreina tað nærri.
Tyrluflúgvingin til Skúvoyar kann eisini niðurleggjast, hvat hon kostar vita vit ikki, annað enn at tyrluflúgving er sera dýr.
Út frá hesum kann sigast, at parturin av tunnilsætlanini til Skúvoyar er ógvuliga skjótt afturgoldin.
Tað er sera órógvandi, at onki hoyrist frá politikarunum.
Um man møtir onkrum politikara og spyr um hetta, verður tíbetur, sum oftast, svara at tunnilin skal upp í Skúgvi, men enn hevur okkara tunnil ikki verið fyri í løgtinginum.
Vit vita at partur av nevndini í tunnilstoyminum, ikki eru sera áhugaðir at gera tunnil til okkum.
Hví so er, vita vit ikki.
Til endan kann leggjast afturat, at fyrsti túrur við sildberanum í ár var 6. jan. og um jólini vóru næstan ongir túrar, orsaka av vána líkindum, so trupuleikarnir vit stríðast við, verða ikki loystir við einum nýggjum skipið eina.
Vit heita tí so inniliga á tykkum politikarar, um at samtykkja at tunnilin skal upp í Skúgvi, so vit eisini kunnu síggja eina ljósa framtíð fyri okkum og okkara oyggj.
Við vón um vælvild, so Skúvoyggin eisini hevur eina framtíð.

Sign this Petition

By signing, I authorize Angela to hand over the information I provide on this form to those who have power on this issue.

We will not display your email address publicly online.

We will not display your email address publicly online.








Paid advertising

We will advertise this petition to 3000 people.

Learn more...