Vágatunnilin útgoldin – avtalan skal haldast

 
Vágatunnilin,_Faroe_Islands1.jpg
 

Undirritaðu krevja, at Vágatunnilin skjótast gjørligt verður handaður landinum.

Lánið er nú niðurgoldið til avhendingarvirðið 160,3 mió, umframt at 30 milliónir eru í tøkum peningi.

Vit eru errin av, at 15-ára langa verkætlanin endiliga er komin á mál. Tunnilin er útgoldin, eftir at 310 milliónir krónur eru kravdar inn í bummpeningi.

Vit hava hildið okkara part av avtaluni og fegnast um, at tunnilin smbr. løgtingslóg nr 14/2002 sum skjótast gerst partur av samhaldsfasta landsvegakervinum.

Vit líta á, at landið somuleiðis heldur avtaluna, tá Norðoyatunnilin verður útgoldin.

 
 
Tunnilsbólkurin:
 

Vegna kommunurnar:  Borgarstjórarnir

Aimé Jacobsen,    Eyðdis Hartmann Niclasen,   Jógvan Skorheim

Vegna valfeløg í Vágum og Klaksvík

Jarnold Nattestad,    Marjus Dam,    Napoleon Magnussen

Erhard Jacobsen,  Sølvi Simonarson,  Jákup Suni Lauritsen

Karsten Hansen

Vegna vinnuna 

Atli Gregersen,   Eron Debes,   Jóhan á Mýrini        

Jim Sonni Guttesen,  Kristian Olsen,  Niels Olgar Joensen            

Jógvan við Keldu, vegna Vinnulívsráðið í Klaksvík

 

Meir kunning um avtaluna

http://www.jn.fo/krav+at+vagatunnil+kemur+i+vegakervid+hja+landinum.html