March Against Monsanto - Fundarsamtykt 24. Mai 2014
"March against Monsanto”
Miðlahúsið 24.mai 2014
Fundarsamtykt
Løgmansskrivstovan
Kaj L. H. Johannesen, løgmaður
Tinganes
Vit undirritaðu vilja við hesi samtykt heita á landins leiðslu, Landsstýrið, at virka fyri, at vit fáa nøktandi lóggávu, ið tryggjar heilsuviðurskifti borgaranna og vernd móti dálking av okkara umhvørvi og náttúru.
Vísandi til at Føroyar ikki hava nakra lóggávu, ið forðar fyri at alskyns vandamiklir løgir og evni verða innflutt til nýtslu í matvøruframleiðslu, til ídnað, landbúnað og húsarhald, vilja vit heita á landsins myndugleika at taka neyðug stig til at bøta um og tryggja hesi viðurskifti og seta neyðuga lóggávu í verk stundisliga.
Greitt er at kunningin um vandamiklar løgir og evni á ongan hátt er nøktandi, og at borgarar landsins tí eru givnir upp til skutils sjálvir at finna sær runt í m.a. matvøruhandlum og handlum við húsarhalds- og nýtsluvørum, um hvørji møgulig vandmikil evni kunnu vera í vørunum.
Og somuleiðis er galdandi fyri innflutt fóður til landbúnað og alivinnu, har ílegutilgjørd ráðvøra (GMO) er partur av tilfarinum, og at hetta, sambært útlendskum granskingarúrslitum, hevur við sær, at eitrandi evni í fóðurinum fara víðari til brúkaran av vøruni t.e. við mjólkini frá neytum, kjøti, eggum og alifiskinum.
Næst er at nýtslan av týningarevnum er ovurstór, og at brúkarin fær sera lítla og onga kunning um vandar, ið standast av at nýta slík evni. Talan er um týningarevni til ókrút (herbicid), skordýr (insekticid) og soppar (fungicid).
Og víðari er talan um at ein heilt stórur partur av matvørunum í handlum okkara innheldur tilfar, ið er grundað á rávørur framleiddar sum ílegutilgjørdar verur, á útlendskum nevnt GMO – Genetically Modified Organism.
Mælt verður til:
-
at kemikaliulóggáva verður sett í verk sum skjótast
-
at forboð verður sett móti gróðurseting av ílegutilgjørdum verum
-
at forboð verður sett móti innfluttningi og nýtslu av fóðuri har partar eru, ið innihalda evni grundað á ílegutilgjørdar verur.
-
at forboð verður sett móti innflutningi og nýtslu av týningarevnum, ið eru vandamikil fyri fólk, náttúru og umhvørvið
-
at allar matvørur og vørur til heilsurøkt o.t., ið innihalda evni grundað á ílegutilgjørdar verur, verða frámerktar.
Samtykt á fundi í Miðlahúsinum 24.mai 2014 undir heitinum ”March against Monsanto”
...Vís meira
"March Against Monsanto" - Føroyar Seta teg í samband við høvundin av áheitanini
The author of this petition has closed this petition.Fráboðan frá stjórnaranum av hesi heimasíðuVit hava tikið burtur persónsupplýsingar hjá undirskrivarunum.Evropeiska Samveldisins almennu dátuverndarreglugerð (GDPR) krevur haldgóðan grund til goymslu av persónsupplýsingum, og at upplýsingarnar verða goymdar í styðsta tíðarskeiðið møguligt. |
Rita inn fyri at umsita tína undirtøkuynskjan. |
Áheitanir framdar av øðrum brúkarum
Áheitan til fútan
Er tað nakað, tú vilt broyta?
Broyting hendir ikki við at tiga. Høvundurin av hesi undirskriftainnsavning stóð upp og tók stig. Vilt tú gera tað sama? Byrja eina sosiala rørsla við at stovna eina undirskriftainnsavnan.
Byrja tína egnu undirskriftainnsavnanAðrar áheitanir, tú kundi verið áhugaður í
Undirskriftainnsavnan: Mótmæli viðvíkjandi avtøku av sjómannafrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum
1226 Stovnað: 2023-11-24
Lóg um útflyting av rossum úr Føroyum (/Lov om eksport af heste fra Færøerne/Law about export of horses from the Faroe Islands)
1115 Stovnað: 2021-07-28
Steðgið P-húsinum í Miðbýnum
1033 Stovnað: 2022-09-01
Strika eftirlønina til løgtings- og landsstýrisfólk
884 Stovnað: 2013-12-27
Vágatunnilin útgoldin – avtalan skal haldast
783 Stovnað: 2017-02-02
Nei takk ! Føroyar skal IKKI vera testøki fyri mikrobylgjur !
778 Stovnað: 2016-05-13
Verjið Børnini
672 Stovnað: 2013-08-06
Minka um próvtøkuroyndir - summar 2021
661 Stovnað: 2021-02-25
Varandi vápnahvíld nú!
424 Stovnað: 2023-12-09
Innsavnan av undirskriftum, til Landstýrið og Løgtingið um at fáa eina íbinding frá Suðuroyartunnlinum upp í Skúgvi
359 Stovnað: 2024-01-09
Broyt lógina um at hava djór við at ferðast til Føroyar
278 Stovnað: 2017-07-24
Petition to Revoke Decision for an abused dog to be returned to its abusive owner
226 Stovnað: 2023-11-25
Vánalig handfaring
201 Stovnað: 2014-01-12
March Against Monsanto - Fundarsamtykt 24. Mai 2014
120 Stovnað: 2014-05-25
Latið sendistovuna í Ísrael aftur!
85 Stovnað: 2025-06-16
Betri ferða- og farmasamband til Nólsoyar.
75 Stovnað: 2014-05-27
Áheitan til fútan
45 Stovnað: 2020-02-05
Tylur möt Die Groeijner Tãrtle Halten
19 Stovnað: 2016-05-17