Steðgið P-húsinum í Miðbýnum
Viðmerkingar
#13
Eg skrivi undir, og orsøkin er einføld. Verkætlanin við einum yvirvaksnum p-húsi í einum trongum býarparti fer ikki at skapa trivna, fer ikki at prýða býin, sum er okkara høvuðsstaður. Tað verður nógv ferðsla, sum fer at leggja stórt trýst á býin. Verkætlanin er ikki hugsað ígjøgnum, og tekur ikki hædd fyri søgu, samanhang og samleika.Erland Viberg Joensen (Tórshavn, 2022-09-01)
#20
Vit skuldu roynt at fingið minni bilferðslu í miðbýnum, heldur enn meira, sum kemur við at leggja eitt alt ov stórt parkeringshús í hjartanum í Havnini. Parkeringsloysnir eru neyðugar, men ikki har og ikki til so stóran ampa fyri grannar og fólk í býnum yvirhøvurAnnika Sølvará (Tórshavn, 2022-09-01)
#21
.Magnus Poulsen (Tórshavn, 2022-09-01)
#33
Samdur, at kommunan eigur at leggja eina heildarætlan fram, gera tað í samráði við borgarar og røkja ein hugnaligan miðbý. Tað eigur ikki at bera brá av ætlan eins ríkmans, sum í skundi skal fáa sín vilja. Tað eigur at vera góð heild og breið semja um miðbýin.Ingmar Berg Mikkelsen (Tórshavn, 2022-09-01)
#39
Eg skrivi undir av fleiri ársøkum.1. Har er ikki pláss fyri so nógvari ferðslu í Kongagøtu.
2. Eri sannførd um, at eitt P-hús mitt í býnum bara førir til enn meira ferðslu í miðbýnum og har eru longu alt ov nógvir bilar.
3. Eg haldi at P-hús skal gerast longur frá miðbýnum og almennur flutningur prioriteraat.
Rakel Helmsdal (Tórshavn, 2022-09-02)
#47
Tað verður ov nógv ferðsla, sum fer at leggja stórt trýst á býin. Verkætlanin er ikki nóg væl hugsað ígjøgnum.Róði Hansen (Tórshavn, 2022-09-02)
#53
Spillir grannalag og miðbý.Jörgin við Úlvsá (Tórshavn, 2022-09-02)
#69
Meti ikki at hatta er rætta staðsetan av einum p-húsi.Torkil á Steig (188 Hoyvík , 2022-09-02)
#79
Bilhúsið er alt ov stórur bygningur har hann er staðsettur og oyðileggur ein hugnaligan býling i miðbýnum.Guðrið Poulsen Á Torvlaðnum (Tórshavn, 2022-09-02)
#95
Skal nakað parkeringshús gerast, so skal kommunan sjálv eiga tað - sjálvsagt. Og plaseringin í hesum føri er út av lagi vánalig í mun til ferðslutrýstið í økinum.Lasse Weihe (Tórshavn, 2022-09-02)
#114
Er alt ov stórt til ökið...Døgg Patursson (Tórshavn, 2022-09-02)
#115
Reykjavík has destroyed its city when it built high-rise apartment buildings all over the city - monstrosities blocking the view of the ocean and mountains, the beautiful nature of Iceland. I was always proud to have said that there are bylaws in the Faroes like in Copenhagen, where u can not build over a certain height maintaining a beautiful skyline and view of the city. Also, being born in Montreal, Canada where they once made the same mistake, new bylaws were made to protect the city's planning, protect old heritage buildings, where new buildings had to assimilate the architectural design of the old buildings and houses. The result was a success in maintaining the history, culture, and architecture of Montreal's buildings and homes. Tórshavn is a pretty city, please keep it that way. Do not destroy the charm and beauty of beautiful Tórshavn like they did in Reykjavík.Anna Iachino (Sandur, 2022-09-02)
#119
Hetta er alt ov ógvisligt at byggja har.Elisabeth Sólsker (Tórshavn, 2022-09-02)
#123
Eri ímóti parkeringshúsinum í miðbýnumDaisy Sloan (Tórshavn, 2022-09-02)
#125
Skeivt pláss at seta eitt P-hús - ferðslan í miðbýnum er nóg stór sum hon er, og er ofta vandamikil.Ingun Olsen (Torshavn, 2022-09-02)
#131
Nú er nóg mikið av bilum í býnum. Royni aðrar loysnir enn at oyð erileggja tað sinduri ið er eftir av hugnaliga partinum av HavniniVígdis Frýdal (Hósvík , 2022-09-02)
#132
Tórshavnar Kommuna, hvat billa tit tykkum inn, at oyðileggja hendan gamla býarpartin í Havn! Skammi tykkum!Guðrun Árting Rubeksen (Havn, 2022-09-02)
#133
The old center of Torshavn must not be destroyed. Times have changed we are learning that cars are not the most important in our lives. The Green live is now what we need to respect which among other things means respect for clean peaceful places in the city. So make parking outside centers and use free el buses in the old centers of the cityElinborg Hvidtfeldt (København, 2022-09-02)
#144
Mótmæli ætlanini at loyva bygning av p-húsið og íbúarhúsi við BøkjarabrekkuKjartan Egholm (Tórshavn, 2022-09-02)
#165
Parkeringshús hóskar seg ikki har. Heldur íbúðir, um okkurt skal byggjastÁsa Hammershaimb Christiansen (Tórshavn, 2022-09-02)
#166
Tað verður ein skandala fyri grannalagið.Edith Johannesen (Tórshavn, 2022-09-03)
#175
Forkert placering og håndtering af hele projektet.Elin Jensen (Tórshavn, 2022-09-03)
#186
Tað er skeivt at byggja hægri enn núverandi byggisamtykt loyvir á hasum matriklunum.Høgni Rasmussen (Tórshavn, 2022-09-03)
#190
Tí tað hóskar ikki í miðbýnum, ov nógv bilaferðsla og tí tað fer ov illa við umhvørvinum í miðbýnumBergliot Ihlen (Tórshavn, 2022-09-03)
#191
Eri ímóti at stórkapitalur skal køva miðbýin i havn.Torbjørn Michelsen (Torshavn , 2022-09-03)